Vælkomin
til felagið Víkingaskipið
Nevndin
Finnbjørn Hovsgarð
Formaður
Guðmundur Sjúrðarson Norðbúð
Næst Formaður
Laura Hovsgarð
Peningsøkil
Jens Arni
Skrivari
Rúni Olavson
Nevndarlimur
Sunniva Gudmundsdóttir Mortensen
Tiltakslimir
Hjørdis Gaard
ráðgevi
Tekna teg sum lim
Felagið Víkingaskipið er eitt limafelag, har ein og hvør kann gerast limur. Limagjaldið er 100 kr. um árið fyri einstaklingar, og 500 kr. um árið fyritøkur.
Skráset teg umvegis einføldu fastgjaldsskipanini við at trýsta her.
Ella gjalda fyri limaskap sjálvur, sum verður goldið á konto 9870-3006604
Síðani skal ein teldupostur sendast til info@thevikingship.com við navnið, bústaði og teldupostadressu. Ikki galdandi fyri fastgjald.
Stuðlar
Felagið Víkingaskipið skipar javnan fyri stuðulstiltøkum fyri at savna saman pening, og er hettar ein grundarsteinur undir víðari arbeiðinum hjá felagnum. Peningurin sum kemur inn til stuðulstiltøkini fer óskerdur til arbeiði hjá felagnum.
Umboð fyri nevndina hava tvær ferðir vitja í Noreg har fingið var í lag samstarv við fremstu fólkini á økinum innan bygging og endurskapan av víkingaskipum. Vitjað hevur eisini verið á Vikingeskipshuset på Bygdøy har orginala Tune skipið er útstillað, og á Roskilde Vikingeskibsmuseum, við tí fyri eyga at fáa í lag framtíðar samstarv.
Allastaðni har vit eru komin hava fólk víst áhuga og hjálpsemi, og tað eru vit sera tøkksom fyri.
Hesar kunningarferðir eru alneyðugar fyri verkætlanina, og fyri at skapa sambond við røttu fólkini ið hava førleikarnar og vitanina á økinum. Stuðulstiltøkini hava gjørt tað møguligt hjá okkum at fara hesar vitjanir.
Tíðindi
Smiðjan reist
Søgan er skrivað og fyrsta byggistig er liðugt. Jarnsmiðjan er [...]
Verkætlanin víkingaskipið
Gokstadskipið er eitt víkingaskip úr Noreg og varð funnið í [...]
Víkingafestivalurin í Hovi
Í samband við árligu víkingadagarnir, sum plaga at vera í [...]