Søgan er skrivað og fyrsta byggistig er liðugt. Jarnsmiðjan er reist.
Grundin og veggir vórðu stoyptir av Norcon og síðan varð yvurtroman koyrd á og grót lagað upp ímóti grundini. Innan er klætt við ráðum timbur og útskorið við myndum og mynstrum eftir norrønum sniði.

Einasta sum manglar nú er essan og okkurt av grótið, sum skal lagast uttaná.