Lógir felagsins

Grein 1 .

Felagið eitur Víkingaskip. við postadressu: stapavegur 1 , Fo 960 Hov.

Grein 2.

Endamál felagsins er : Viå ti fyri eyga at styrkja og varðveita mentunararvin ið víkinga – og høvdingatiðarskeiðið hevur havt fyri Føroyar og føroyingar, er endamál felagsins, at virka fyri at útvega, ella byggja, eitt vikingaskip við ti sum hartil hoyrir, og harafturat eitt hús/neyst at hýsa skipinum í . Víkingaskipið skal verða passaliga stórt, og byggjast samsvarandi við tey skip, ið vikingar nýttu at sigla við um høv.

Strembast skal eftir at savna saman nágreiniligar upplýsingar um hóskandi víkingaskip, og saman vi6 kønurn båtasmidjum, virka fyri at byggia eitt gott skip, sum kann gerast ein virkin partur i víkingaumhvørvinum i Føroyum, og somuleiðis nýtast ferðavinnuni at frama. Harafturat skal felagið virka fyri, at marknaðarføra skipið i Føroyum og uttanlands

Grein 3.

Felagslimir kunnu gerast einstaklingar, stovnar og feløg. Fyrsta limagiald felagsins er sett til 100 k. fyri hvørt árið.

Grein 4.

Felagið verður stýrt av nevnd við 3 limum. Nevndin skipar seg sjálv við formanni, skrivara og kassameistara. Gerdabók verður skrivað yvir fundir og týðandi hendingar i felagslivinum. Fyri at binda felagið krevst váttan frá formanni og kassameistara.

Grein 5.

Aðalfundur sum verdur hildin hvørt ár í januar ársfjórðingi, hevur hægsta vald í øllum viðurskiftum felagsins. Boðað verdur til fundar við 8 daga freisti . Lógliga lýstur aðalfundur er altið vidtøkuførur. Lógir kunnu bert broytast á aðalfundi ella á eykaaðalfundi. Árið 2014 er um at vera liðugt, og verður fyrsti regluligi aðalfundur tí hildin i januar ársfjórðingi 2016.

Grein 6.

Ársaðalfundur skal verða hildin við hesi dagsskrá:

  1. Frágreiðing og orðaskifti um virki felagsins i farna ári.
  2. Framløga av grannskoðaðum roknskapi.
  3. Nevndarval, val av 2 tiltakslimum, og grannskodara. Hvørt árið, uppá skift (eftir túri) , fer ein nevdnarlimur frá. Val verdur tí bert av einum nevndarlimi, á hvørjum regl. aðalfundi. Afturval er loyvt.
  4. Viðgerð av innkomnum uppskotum. Um neyðugt, ella eftir áheitan, kann eitthvørt uppskot/mál avgreiðast við skrivligari atkvøðu.
  5. Ymiskt.

Roknskaparárið er álmanakkaárið.  Fer peningarenslið út um limagjald og smáútreiðslur, verður roknskapur latin roknskapar- ella grannskoðaravirkið at fyrisita.

Grein 7.

Eykaaðalfundur verður, tá ið nevndin ella 1/5 av limunum krevur tað. Verdur felagið tikið av, skal seinasti aðalfundur gera av, hvat skal gerast við felagsins ognir.

Soleiðis samtykt á stovnandi aðalfundi – hildin á Savninum å Mýri – um veturnætur 2014.