Gokstadskipið er eitt víkingaskip úr Noreg og varð funnið í 1880 í Gokstadsheygginum ella Kongaheygginum í Gokstad í Sandar í Sandefjørðinum, og er størsta víkingaskip, sum er funnið í Noreg. Hetta er eitt sokallaðað gravskip, men royndir og kanningar vísa at hetta er eitt serstakliga sjógott skip, sum kann sigla upp til 12 míl.

Stavni á Gokstadskipinum í Forngripasavninum í Oslo

Skipið er súðubygt, har súðurnar verða klinkaðar við bátsnøglum. Skipið er 23,80 metrar langt og 5,10 metrar breitt og tílík skip vóru brúkt til kriggj, handil og fluttning kring øll norðurlond og á leiðir norðbúgvanna út í heimin. Skipið varð bygt til 32 róðursmenn og hevði eitt 110m2 stórt segl, sum kundi dríva skipið upp í 12 míl. Útfrá kanningararbeiði, sum hevur verið gjørt á Gokstadskipið, varð træið sum skipið er bygt úr høgt í 890 og varð bygt á døgum Haralds hins Hárfagra. Gokstadskipið kundi hava eina manning av 40 til 70 menn, treytað av hvat skipið skuldi brúkast til.

Skipið verður bygt úr danskari eik. Felagið hevur samband við Roskilde
Vikingemuseum og privatar persónar, um at keypa tað neyðuga tilfarið til byggingina.

Seglið til skipið fer at verða gjørt úr føroyskari ull, ið er serliga væl egnað til endamálið. Eisini
her er talan um eitt mentanarsøguligt samarbeiði, har arbeitt verður í tættum samarbeiði við
felagið heimavirkis arbeiði í Føroyum. Í Suðuroynni er longu besti kunnleikin um ull og ullavirking, og eisini bestu amboðini.

Neystið

Neystið verður bygt eftir gomlum norrønum byggihátti. Í samstarvi við fornfrøðingar, ið hava stóran kunnleika um víkingaøldina, verður bygt eitt neyst, sum í sniði liggur so nær sum gjørligt teimum neystum, ið víkingar brúktu, t.e. laðaðir grótveggir, tættir við mógvi og við flagtekju. Neystið verður húsið hjá víkingaskipinum og skal brúkast, fyrst og fremst, til tað endamálið.
Tó verður talan um ein nútímans bygning við útgerð, sum ger, at húsið kann verða karmur um mentanarlig tiltøk. Har verða møguleikar fyri fyrilestrum, samkomum o.ø. Meðan skipið ikki er í neystinum (um summarið) og tá skipið er drigið upp (um
veturin) fer skipið sjálvandi at verða ein miðdepil fyri vitjanum (skúlaflokkum, ferðandi o.ø.).

Á myndini sæst støðumynd av keiøkinum í Hovi við neystinum og støð, har skipið kann liggja.

Jarnsmiðjan

Fyri at útvega skipinum naglar er avgjørt at innflyta jarn, men at tað verður smíðað á staðnum. Alvi og smiðja skal byggjast og verða virkið undir allari byggingini at nøkta tørvin eftir naglum.  Jarnsmiðjan verður bygd sunnanvert Neystið. Ætlanin er eisini, at fólk kunnu ogna sær ein nagl, sum verður smíðaður á staðnum og at áhugaði kunnu taka lut í hesum arbeiði.