Um verkætlanina

Nevndin fyri Víkingaskipið hevur gjørt samstarvsavtalu við Thomas Finderup og Guðmund Sjúrðarson Norðbúð um at byggja ein eftirlíking av Gokstadskipinum í Hovi. Okur hava fingið tekningar uppá Gokstadskipið og avtalu um tilfar úr Danmørk.

Tað var við tílíkum skipum í víkingaøldini, at Føroyar vórðu bygdar fyri meiri enn túsund árum síðan. Næstu  øldirnar hevur sigling sjálvandi verið alneyðugt hjá føroyingum, bæði við atliti til flutningi millum oyggjarnar við róðrarbátum og sigling millum lond við størri førum. Víkingatíðin og
sjómentanin er tískil fastgrógvi í heimligu mentaninini og føroyska samleikanum. Tí er
endamálið við hesi verkætlan at byggja eitt víkingaskip og eitt neyst, sum skulu verða ein livandi
ímynd av Føroya elstu søgu og eisini ein partur av norðurlendskum mentanararvi okra.

Tað eru nógvar siðsøguligar slóðir frá víkingatíðini at síggja í Føroyum. Ein tann týdningarmesta
mentanarsøguliga keldan, sum okur hava, eru íslendsku fornsøgurnar. Bygdin Hov er, saman við
nøkrum fáum øðrum bygdum, nevnd í hesum søguligu keldum sum ein miðdepil í tátíðar
ættarskipan. Við síni serligu søgu og landafrøðiligu staðseting á miðjari Suðuroy, er Hov tí eitt
sjálvsagt stað at fremja hesa verkætlan. Navnið Hov kemst av tí norrøna “Hof“, sum merkir halgidómur og sagt verður í Føroyingasøgu, at Havgrímur var blótmaður mikil.
Verkætlanin verður leidd av felagnum ”Víkingaskip”, sum er stovnsett til endamálið.
Ætlanin er sprottin úr einum felags føroyskum mentanarsamarbeiði millum føroyskar almennar
stovnar og mentanarsøguligu felagsskapirnar í Suðuroynni. Ætlanin skal eisini síggjast sum ein
liður í menningini av einum søguligum samarbeiði í Suðuroynni, og Føroyum sum heild, innan
mentan. Afturat hesum er verkætlanin stovnsett í einum altjóða samarbeiði, sum er við til at
tryggja tann neyðuga førleikan fyri at fáa arbeiðið leitt á mál.

Víkingaskipið vil, saman við neystinum, verða ein ímynd fyri allar Føroyar, ið savnar fornu tíðina
og dagin í dag. Skipið vil verða eitt søguligt tekin og samstumdis ein ávísan á, hvussu fast
Føroyar hava verið knýttar at havinum heilt síðan víkingaøld og til tíðina, vit í dag búleikast í.
Skipið fer at vísa á, hvussu tað føroyska samfelagið hevur megnað at vinna á fjarstøðuni millum
oyggjar og onnur lond, men eisini neystið fer at sýna týdningin av tilknýtinum at tí føroyska
jørðildinum.

Víkingaskipið og neystið fara eisini at gera føroysku og norðurlendsku søguna livandi fyri okkara
og komandi ættarlið. Tey fara at víðka um okkara kunnleika um fornt skipasmíð, um lýsingina av
tí gamla føroyska seglinum, um sigling við róðrarbátum, og mangt annað, ið hevur við sjógvin og
bátin at gera. Hetta fer at verða ein munarverdur atdráttur fyri ferðafólk og onnur, sum søkja
sannar og ektaðar upplivingar, og har søgan og søguligu frásagnirnar verða sýndar og sagdar
gjøgnum livandi framsýningar av sonnum eftirgerðum av lutum frá fornari tíð.

Um skipið

Gokstadskipið er eitt víkingaskip úr Noreg og varð funnið í 1880 í Gokstadsheygginum ella Kongaheygginum í Gokstad í Sandar í Sandefjørðinum, og er størsta víkingaskip, sum er funnið í Noreg. Hetta er eitt sokallað gravskip, sum ein høvdingur fekk við sær til gravar, men royndir og kanningar vísa at hetta er eitt serstakliga sjógott skip, sum kann sigla upp til 12 míl.

Stavni á Gokstadskipinum í Forngripasavninum í Oslo

Skipið er súðubygt, har súðurnar verða klinkaðar við bátsnøglum. Skipið er 23,80 metrar langt og 5,10 metrar breitt og tílík skip vóru brúkt til kriggj, handil og fluttning kring øll norðurlond og á leiðir norðbúgvanna út í heimin. Skipið varð bygt til 32 róðursmenn og hevði eitt 110m2 stórt segl, sum kundi dríva skipið upp í 12 míl. Útfrá kanningararbeiði, sum hevur verið gjørt á Gokstadskipið, varð træið sum skipið er bygt úr høgt í 890 og varð bygt á døgum Haralds hins Hárfagra. Gokstadskipið kundi hava eina manning av 40 til 70 menn, treytað av hvat skipið skuldi brúkast til.

Skipið verður bygt úr donskum eikitræi. Felagið hevur samband við Roskilde
Vikingemuseum og privatar persónar, um at keypa tað neyðuga tilfarið til byggingina.

Seglið til skipið fer at verða gjørt úr føroyskari ull, ið er serliga væl egnað til endamálið. Eisini her er talan um eitt mentanarsøguligt samarbeiði millum bátabyggingina og føroyskan mentanararv, har arbeitt verður í tættum samarbeiði við felagið heimavirkis arbeiði í Føroyum. Í Suðuroynni er longu besti kunnleikin um ull og ullavirking, og eisini bestu amboðini til hetta arbeiðið.

Neystið

Neystið verður bygt eftir gomlum norrønum byggisiði. Í samstarvi við fornfrøðingar, verður bygt eitt neyst, sum í sniði liggur so nær sum gjørligt teimum neystum, ið víkingar brúktu, t.e. laðaðir grótveggir, tættir við mógvi og við flagtekju. Neystið verður húsið hjá víkingaskipinum og skal brúkast, fyrst og fremst, til tað endamálið.
Tó verður talan um ein nútímans bygning við útgerð, sum ger, at húsið kann verða karmur um mentanarlig tiltøk. Har verða møguleikar fyri fyrilestrum, samkomum o.ø. Meðan skipið ikki er í neystinum (um summarið) og tá skipið er drigið upp (um
veturin) fer skipið sjálvandi at verða ein miðdepil fyri vitjanum (skúlaflokkum, ferðandi o.ø.).

Á myndini sæst støðumynd av keiøkinum í Hovi við neystinum og støð, har skipið kann liggja.

Jarnsmiðjan

Fyri at útvega skipinum naglar er avgjørt at innflyta jarn, men at naglarnir verða smíðaðir á staðnum. Alvi og smiðja skal byggjast og verða virkið undir allari byggingini fyri at nøkta tørvin hjá bátabyggjarunum.  Jarnsmiðjan verður bygd sunnanvert Neystið. Ætlanin er eisini, at fólk kunnu ogna sær ein nagl, sum verður smíðaður á staðnum og at áhugaði kunnu taka lut í hesum arbeiði.