Tann 9. mars 2019 varð aðalfundur hildin í húsinum á Mýri í Hovi. Greitt varð, at felagið Víkingaskip nú hevði fingið nóg mikið av játtan til, at “forprojektið” kann byrja.

Formaðurin, Finnbjørn Hovsgarð, er nú farin í gongd við at íverkseta samstarvsavtaluna, sum felagið hevur undirskrivað við bátasmiðin Geir Magne Røvik, soleiðis at forprojektið kann smíðast í ár.

So skjótt forprojektið er byrjað, kann nevndin til rættis leggja arbeiði uppá  høvuðsætlanina.

Nýggja nevndin í felagnum Víkinkaskip varð skipað soleiðis:

  • Finnbjørn Hovsgarð, formaður
  • Hergeir Nielsen, kassameistari
  • Jens Arni L. Hammerfoss, skrivari
  • Júst Johannesen, nevndarlimur
  • Gudmund Norbúð, nevndarlimur
  • Sunniva G.Mortensen, tiltakslimur.