TUNE SKIPIÐ

Tune skipið varð funnið í 1867 á garðinum “Nedre Haugen” á Rolvsøy uttanfyri Fredrikstad í Noreg. Hettar var fyrsta víkingaskipið ið bleiv útgravað, og er framvegis eitt av best varðveittu víkingaskipunum í heiminum.

tuneskipet

Tegning av Tuneskipet fra 1868. Illustrasjon: Kulturhistorisk museum, UiO.

Stórur gravheygur
Gravheygurin har ið Tune skipið lá var óvanliga stórur. Út við 80 metrar í ummál og umleið 4 metrar høgur. Hettar ger hann til ein av størstu gravheygunum í Noreg. Í árunum undan útgravingini var nógv av moldini í gravheygnum grivin burtur og nýtt til ymiskt, og har afturat var gravheygurin latin upp, og partvís útgrivin nøkur ár frammanundan. Hettar førdi við sær at ilt kom til, og gjørdi at skipið forfórst í heygnum

Harðrend útgraving
Tune skipið bleiv útgrivið í eini tíð har nútímans fornaldarfrøði enn ikki hevði sæð dagsins ljós. Skipið bleiv tikið úr grøvini bæði skjótt og harðliga, og hevði tað við sær at bæði maðurin sum varð grivin í skipinum, og flestu av ognarlutunum sum hann hevði fingið við sær vóru burtur ella oyðilagdir.

Tað var professarin Oluf Rygh ið stóð fyri útgravingini, sum vardi í góðar 2 vikur. Skipið hevur fleiri merkir av amboðunum som vóru nýtt at grava við.

Ferðin til høvuðsstaðin
Fyri at fáa skipið út úr heygnum, varð ein træramma fastspent undir skipið, og síðani vóru ross spent fyri. Skipið bleiv trekt úr heygnum og ført til eina á nærhendis. Har varð skipið flutt yvir á ein pramm sum síðani førdi skipið til Oslo. Har lá skipið uttandura í eina tíð áðrenn tað fekk sítt egna hús.

SKIPIÐ

Tune skipið hevur mest sannlíkt verið eitt skjótt havgangandi skip, sum kvikliga kundi flyta fólk úr einum staði í annað.

Tuneskipet i museet med Gokstadskipet i bakgrunnen. Foto: Kulturhistorisk museum, UiO/Eirik Irgens Johnsen

Gott skip at sigla við
Hóast Tune skipið er minni enn Gokstad og Oseberg hevur tað kraftugt mastrafesti. Hettar hevur ført við sær at seglið kann hava verið heilar 100 m2

Sameina vit hettar við skapið á skrokkinum, hevur hettar mest sannlíkt gjørt skipið til eitt skjótt havgangandi skip við serliga góðum siglingareginleikum.

Nýstlan av skipinum
Lastingareginleikarnir hjá Tuneskipinum vóru har aftur ímóti ikki serliga góðir. Tað kann hava verið nýtt til at flyta virðismiklar vørur sum vigaðu lítið, so sumperlur, glas og trælir. Skipið hevur eisini verið væl egnað til skjóta flyting av fólk, nakað sum er ein sera týdningarmikil eginleiki hjá einum krígsskipi. Møguliga hevur hettar verið høvuðsendamálið hjá Tune skipinum?

Sent til hvíldar uttan árar
Tuneskipið er bygt umleið ár 910 e Kr., og er eitt klinkabygt skip úr eik. Skipið hevur mest sannlíkt havt 12 árahol á hvørjari síðu. Tað gevur eina manning ið telur 24 mans afturat róðursmanninum. Árarnar vóru ikki lagdar við tá ið skipið varð grivið niður.

Góðir siglingar eginleikar
Skipið er mett at hava verið 18,7 metrar langt, 4,2 metrar breitt og havt 12 borðgangir. Ovastu borðgangirnir og stevnið eru burtur. Sum skipið stendur í dag, eru bara 10 borðgangir sjónligir, men hol og merkir vísa at tveir borðgangir nokk hava verið afturat. Hesir báðir ovastu borðgangirnir geva skipinum so mikið høgt fríðborð at hettar forðar fyri at miðal stórar aldur bróta inn yvir skipið.

GRØVIN

Í grøvuni funnu fornfrøðingar leivdirnar av einum manni, trimum hestum og fleiri gravargávur. Hettar bendir á at maðurin í grøvini hevur havt stóran týdning tá í tíðini.

Tuneskipet. Foto: Morten Krogvold og Svein Kojan

Gravkamarið
Tune skipið stóð norður-suður í gravheygnum. Innan var skipið fóðrað við mosa og greinum av einiberjarunnum. Miðskeiðis í skipinum var bygt eitt gravkamar við fløtum taki. Veggirnir vóru festir í leirin á uttaru síðu á skipinum. Leivdirnar av manninum vóru funnar inni í gravkamarinum.

Høgt í metum
Man veit ikki við vissu hvør ið maðurin var, men hann hevur verið so mikið høgt í metum at neyðugt hevur verið at givið honum eina góða grøv. Hóast grøvin hevur verið rænd, og bert leivdir av gravargávunum eru funnar, vísur hettar at maðurin hevur verður høgt í metum. Hann fekk fylgi av trimum rossum. Ein varð funnin í skipinum, og tveir uttanfyri.

Vápnini komu við
Fornfrøðingar funnu leivdir av vápnaútgerð, og somuleiðis leivdir av einum terningi, tvær perlur, toy, leivdir av eini skí og ymiskt annað. Allir hesir lutirnir varð greitt nærri frá um í frágreiðingunum sum vóru gjørdir í samband við útgravingina.

Horvnir lutir
Av tí at Tune skipið varð funnið í eini tíð har nútímans foraldarfrøði enn ikki hevði fingið festið eru nógvir lutir horvnir undir útgravingini, og komu av tí sama ongantíð inn á savnið. Teir lutirnir sum enn eru til, eru í sera ringum standi.