Vælkomin

TIL FELAGIÐ VÍKINGASKIPIÐ

Verkætlanin

Felagið

Nevndin

Finnbjørn Hovsgarð

Formaður

Jana Jensen

Skrivari og samskipari

Mr. Einar Larsen

Kassameistari

Tekna teg sum lim

Felagið Víkingaskipið er eitt limafelag, har ein og hvør kann gerast limur. Limagjaldið er 100 kr. um árið fyri einstaklingar, og 500 kr. um árið fyri tøkur.

Limagjaldið verður goldið á konto 9870 9969393

Síðani skal ein teldupostur sendast til info@thevikingship.com við navnið, bústaði og teldupostadressu.

Limalistin liggur tøkur á heimasíðu felagsins.

Stuðlar

Felagið Víkingaskipið skipar javnan fyri stuðulstiltøkum fyri at savna saman pening, og er hettar ein grundarsteinur undir víðari arbeiðinum hjá felagnum. Peningurin sum kemur inn til stuðulstiltøkini fer óskerdur til arbeiði hjá felagnum.

Umboð fyri nevndina hava tvær ferðir vitja í Noreg har fingið var í lag samstarv við fremstu fólkini á økinum innan bygging og endurskapan av víkingaskipum. Vitjað hevur eisini verið á Vikingeskipshuset på Bygdøy har orginala Tune skipið er útstillað, og á Roskilde Vikingeskibsmuseum, við tí fyri eyga at fáa í lag framtíðar samstarv.

Allastaðni har vit eru komin hava fólk víst áhuga og hjálpsemi, og tað eru vit sera tøkksom fyri.

Hesar kunningarferðir eru alneyðugar fyri verkætlanina, og fyri at skapa sambond við røttu fólkini ið hava førleikarnar og vitanina á økinum. Stuðulstiltøkini hava gjørt tað møguligt hjá okkum at fara hesar vitjanir.

Tíðindi og tiltøk

Samband

+298 21 66 84

facebook/vikingaskipid

info@thevikingship.com