Bátasmiðir

Geir Magne Røvik
Geir Magne Røvik. Mynd Tordis Aødbehr.

Felagið Vìkingaskipið hevur undirskrivað samstarvsavtalu við bátasmiðin Geir Magne Røvik úr Tønsberg, Noreg, sum kemur at verða verkætlanarleiðari, og standa fyri byggingini av skipinum.

Um Geir Magne Røvik:

Geir Magne Røvik er útlærdur bátasmiðjur frá “Båtbyggerskolen Rognan” í Saltdal, Nordland, og hevur arbeitt sum bátasmiðjur síðani 1979. Hann var ein av stovnarunum, og dagligur leiðari hjá Stiftelse Nytt Osebergskip til og við desembur 2014 og hevði høvðusábyrgdina av byggingini av Saga Oseberg, sum varð sjósett 20. Juni í 2012.

Geir Magne Røvik var somuleiðis við í undan-verkætlanini til Saga Oseberg, har funnið var fram til feilin við upprunaskipinum, og hví fyrra kopi-skipið “Dronningen”, sakk undir royndarsiglingini í apríl 1988.

Eftirfylgjandi hevur hann arbeitt við endurskapanini og byggingini av Klåstadskipet sum eisini verður bygt í Tønsberg, Noreg.

Í løtuni starvast hann á egnari bátasmiðju á Nøtterøy.

Afturat Geir Magne Røvík koma aðrir bátasmiðir at verða við í byggingini av føroyska víkingaskipinum. Tað verður ætlandi ein samanrenning av føroyskum og útlendskum kreftum.